Veðrið

.

Veðrið í dag:

Upp í hvassan vind ella skrið av suðri og landsynningi og fyrst regn ella ælingur, men út á dagin klárar møguliga í. Hitin millum 8 og 12 stig.


Veðrið hósdagin og fríggjadagin:

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, fríggjadagin minkar hann vindin nakað. Stundum regn ella ælingur, men av og á møguleiki fyri, at tað klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, seinni minkar hann vindin nakað. Sólglottar, men okkurt æli og hitin millum 7 og 10 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst stendur mestsum í stað yvir Skandinaviu, meðan djúp lágtrýst teir komandi dagarnar vilja ferðast frá Atlantshavinum móti Suðurlandinum.


Í dag:

Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og tað nógva av tíðini við nógvum vindi. Men í vikuskiftinum verður støðugari veður.