Veðrið í dag:
Fyrst gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sólglottar og hitin um 5 stig. Móti kvøldi veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og út á náttina møguliga regn. Hitin kemur upp í ein 8 stig.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og regn meginpartin av tíðini. Rættuliga lýtt ? millum 7 og 10 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Upp í hvassan vind av landsynningi, men eitt skifti minni vindur, og stundum regn. Framvegis rættuliga lýtt ? millumm 6 og 9 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýstøki við Føroyar fer norðureftir.
Í dag:
Nýggj lágtrýst við New Foundland fara í landnyrðing til havið eystanfyri Hvarvið. Brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar i vikuskiftinum.