Veðrið í dag og sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, skýggjað og møguliga sirm av og á. Hitin millum 6 og 10 stig. Sunnunáttina lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin nakar.
Veðrið mánadagin:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, men um kvøldið veksur hann vindin upp í hvassan vind av útsynningi. Támut, men yvirhøvur turt og hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Hvassur vindur ella skrið av suðri og útsynningi og sum frálíður regn. Hitin millum 8 og 13 stig. Seinni hækkar hann upp í útsynning og vestan við somu vindferð. Tað klárar í og tað verður kaldari.
Í gjár:
Eitt lágtrýst nær Jan Mayen fer í ein eystan og dýpist nakað. Eitt hátrýst í útnyrðing úr Skotlandi fer spakuliga í landsynning til Norðsjógvin.
í dag:
Í vikuskiftinum fara nýggj brúgvaløg um Føroyar og lýggj og slavin luft rekur inn yvir oyggjarnar av útsynningi.










