Veðrið í dag og mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinni útnyrðingi, skýggjað og regn ella ælingur av og á. Hitin millum 5 og 9 stig.
Veðrið hósdagin:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sum frálíður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í eini 2 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og eystri og fyrst yvirhøvur turt og sólglottar, men út á fríggjadagin sum frálíður regn sunnaneftir. Seinni hvassur vindur av suðri og útsynningi. Hitin kemur upp í eini 8 stig.
Í gjár:
Eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Skotlandi fer komandi dagarnar spakuliga norðureftir.
Í dag:
Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr New Foundlandi fer í landnyrðing til Suður-Grønland og brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar móti vikuskiftinum.