Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sól. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið leygardagin:
Lot til andøvsgul millum sunnan og eystan og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann veksur vindin út á dagin upp í ein strúk av eystri og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk millum norðan og eystan og stundum regn. Hiitn millum 3 og 7 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer spakuliga í ein norðan og fer seint í nátt framvið Føroyum eystanfyri. Rættuliga lýggj luft við veikum brúgvaløgum vera við Føroyar komandi dagarnar.
Í dag:
Eitt nýtt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum nærkast væntandi Føroyum sunnudagin sunnaneftir.










