Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi, skýggjað og regn av og á. Hitin millum 3 og 7 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið leygardagin:
Lot til andøvsgul, yvirhøvur av suðri og landsynningi og fyri tað mesta turt. Hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Gul til stívt andøvsgul av eystri og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 995 hPa. yvir Norska Havinum fer í landnyrðing. Eitt annað lágtrýst, 985 hPa. yvir Bretsku Oyggjunum fer spakuliga norðureftir og brúgvaløgini haðani vilja geva regn av og á framm móti vikuskiftinum.
í dag:
Eitt nýtt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum nærkast væntandi Føroyum sunnudagin sunnaneftir.