Veðrið

.

Veðrið í dag:

Fyrst lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, seinni frískar hann vindin upp í ein strúk. Framvegis skýggjað og eitt sindur av regni viðhvørt og hitin millum 4 og 8 stig.


Veðrið hósdagin og fríggjadagin:

Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi, seinni snarar hann í vestan og útsynning og minkar vindin nakað. Regn av og á og hitin millum 4 og 8 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi og sum frálíður yvirhøvur turt veður. Hitin millum 4 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst, meira enn 1025 hPa. frá Suður-Noregi til Danmarkar fer spakuliga í landsynning. Eitt lágtrýst, 1005 hPa. sunnanfyri Ísland fer í landnyrðing til Norska Havið. Brúgvalagið haðani yvir Føroyum stendur mestsum í stað.


Í dag:

Eitt annað lágtrýst, 990 hPa. sunnanfyri Írland fer komandi dagarnar í ein norðan tætt eysturum Ísland. Brúgvaløgini haðani kunnu framm móti vikuskiftinum geva eitt sindur av regni av og á.