Veðrið í dag:
Fyrst upp í hvassan vind av útsynningi, támut veður og út á dagin regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Seinni upp í ein strúk av vestri og tað klárar í. Hitin fellur niður í 5 til 8 stig.
Veðrið leygardagin:
Fyrst lot til andøvsgul av vestri, sólglottar og kanska okkurt æli. Seinni lot av ymsum ættum og regn. Hitin millum 6 og 9 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann veksur vindin upp í ein strúk av landsynningi og regn vestaneftir. Hitin kemur upp í eini 10 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Upp í hvassan vind av útsynningi, támut veður og hitin upp í 10 til 13 stig. Seinni hvassur vindur av útnyrðingi, klárari og kaldari veður niður í 5 stig.
Í gjár:
Ein kuldabrúgv eystanfyri Føroyar hvørvur eystureftir. Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum sendur í nátt brúgvaløg við regni og seinni lýggja og slavna luft móti Føroyum av útsynningi.
Í dag:
Á middegi fer ein kuldabrúgv um Føroyar og tað verður klárari í veðrinum. Sunnudagin kann eitt lítið lágtrýst vestaneftir geva regn. Mánadagin gevur eitt lágtrýst yvir Íslandi regn og umloypandi veður, og aftaná verður aftur kaldari.









