Veðrið

.

Veðrið í dag:

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, skýggjað og eitt skifti regn ella vátaslettingur. Hitin millum 5 og 10 stig. Út á seinnapartin hækkar hann upp í norðan og tað klárar í við vátaslettings- ella kavaælingi. Hitin fellur niður til frostmarkið.


Veðrið mikudagin:

Lot til andøvsgul av norði og sólglottar, men okkurt vátaslettings- ella kavaæli. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Hósnáttina lítið lot av ymsum ættum og hitin um frostmarkið.


Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:

Hann frískar vindin upp í stívt andøvsgul av landsynningi og stundum regn. Hitin millum 3 og 8 stig. Seinni lot til andøvsgul av útsynningi og hitin veksur upp í 5 til 10 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst yvir Føroyum fer í landsynning. Eitt lítið lágtrýst tekur seg upp við Eystur-Grønland og fer í ein eystan og kuldabrúgvin haðani verður væntandi yvir Føroyum seint týsdagin.


Í dag:

Síðani mennist eitt nýtt hátrýst yvir Íslandi, men longu móti vikuskiftinum vil eitt minni lágtrýst fara suðurum Ísland yvir Føroyar við lýggjari og slavnari luft.