Veðrið

.

Veðrið í dag:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og ælingur, partvís vátaslettingur ella heglingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 3 og 7 stig. Sunnunáttina stívt andøvsgul av ymsum ættum og samregn.


Veðrið sunnudagin:

Fyrst gul av ymsum ættum og regn, men annars klárar hann skjótt í við hvøssum vindi av norði og vátaslettingsælingi. Hitin millum 2 og 6 stig.


Veðrið mánadagin:

Hann minkar vindin niður í andøvsgul av norði, men sum frálíður lækkar hann niður í vestan og útsynning. Yvirhøvur turt og stundum sólskin. Hitin kemur upp í 4 til 8 stig.


Veðrið týsdagin og mikudagin:

Fyrst lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, turt og sólglottar, men seinni snarar hann í landsynning og veksur vindin upp í ein strúk og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst millum Føroyar og Vestur-Noreg fer spakuliga í ein eystan. Ein hátrýstryggur sunnanfyri Grønland fer eisini eystureftir. Kaldari luft rekur móti Føroyum av norði við strúk í vindi.


Í dag:

Mánadagin og týsdagin kemur ein nýggjur hátrýstryggur inn yvir Føroyar av vestri, men aftaná kemur eitt lágtrýst.