Veðrið í dag:
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, seinni av eystri og landnyrðingi. Skýggjað og támut og sirm av og á. Hitin millum 7 og 12 stig.
Veðrið hósdagin:
Fyrst lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi og sirm av og á, men út á dagin hækkar hann upp í landnyrðing og norðan og móti kvøldi klárar møguliga í, tó ælingur. Hitin millum 7 og 11 stig.
Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:
Hann veksur vindin til hvassan vind av norði og útnyrðingi og sólglottar, men møguliga ælingur. Hitin fellur niður í 4 til 9 stig.
Í gjár:
Eitt víðfevnandi lágtrýst sunnanfyri Ísland vil komandi dagarnar fara í landnyrðing til Norska Havið og vil framm til vikuskiftið geva nakað av regni, men lítlan vind.
Í dag:
Aftaná vil kaldari luft reka av norði og útnyrðingi móti Føroyum og vindurin vil sum frálíður vaksa til hvassan vind.