Veðrið

.

Veðrið í dag:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, minkandi niður í lítið lot. Sólglottar, men møguliga ælingur, serliga fyrrapartin. Hitin millum 7 og 10 stig.


Veðrið sunnudagin:

Fyrst lítið lot, men út á dagin frískar hann vindin upp í ein strúk av suðri. Regn, seinni ælingur og hitin millum 7 og 11 stig. Mánanáttina hækkar hann upp í eystan og landnyrðing.


Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og stundum ælingur. Hitin millum 6 og 10 stig.


Í gjár

Eitt hátrýst norðanfyri Asorurnar stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst yvir Grønlandfjørðinum fer spakuliga í landnyrðing eystan.


Í dag:

Eitt nýtt lágtrýst kemur væntandi fyrst í næstu viku úr útsynningi vestri framvið Føroyum sunnanfyri og hevur regn og vind við sær.