Veðrið

.

Veðrið í dag:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri, kava- vátaslettings- ella heglingsælingur og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið lækkar hann niður í útsynning. Hósnáttina eitt skifti vátaslettingur og síðani veksur hitin upp í eini 5 stig.


Veðrið hósdagin og fríggjadagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, támut veður og sirm av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst í útsynning úr Írlandi stendur í stað. Eitt djúpt lágtrýst skamt eystanfyri Ísland fer í landnyrðing til Barentshavið og hósdagin kemur ein hátrýstryggur um Føroyar av útsynningi.


Í dag:

Seinast í vikuni tekur eitt nýtt, djúpt lágtrýst seg upp við Hvarvið og tað fer í landnyrðing gjøgnum Grønlandsfjørðin.