Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 8 og 12 stg.
Veðrið leygardagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, minkandi til gul. Sólglottar, men møguliga ælingur og hitin fellur niður í 7 til 10 stig.
Veðrið sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn, seinni útsynningur og ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Upp í stívt andøvsgul av ymsum ættum, sum frálíður yvirhøvur landnyrðingur, upp í hvassan vind. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 6 og 10 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, sum fer frá Grønlandsfjørðinum í landsynning eystan, sendir sum frálíður rættuliga lýggja luft móti Føroyum av útsynningi og vestri.
Í dag:
Eitt nýtt lágtrýst fer væntandi aftaná vikuskifti um Føroyar av útsynningi vestri við regni og vindi.