Veðraplátan verður loksins endurútgivin

Hon varð skjótt útseld og ikki uppaftur prentað. Eintøk hava seinnu árini verið seld fyri fleiri túsund krónur. Men nú verður Veðraplátan hjá Straight Ahead loksins endurprentað, og nógv verður lagt fyri fyri at fáa gott úrslit.

-Plátan er kopierað av eini LP, sum ongantið er avspæld, sigur stigtakari.

Rættiligur Straight Ahead fepur tykist herja kring oyggjarnar, nú 50 ár eru síðani klaksvíksbólkurin Straight Ahead við Jørgin Dahl á odda legði frá landi og byrjaði at geva tónleik út.

 

Hetta var í 1974 og 1978 kom LP plátan, ið millum mannað verður nevnd Veðraplátan.

 

Kvf hevur gjørt dokumentar í tveimum pørtum um bólkin. Í Varpinum í Klaksvík verða heiðurskonsertir. Føroya Bjór bryggjar øl, ið hevur eyðkenda veðrin frá plátuhúsanum á fløskuni. Og nú frættist, at Veðraplátan verður endurprentað. Loksins.

 

Plátan kom í 1978, og sama ár gavst bolkurin. Plátan, sum er ein hin størsti varðin í føroysku rock.pop søguni, varð skjótt útseld, men ongantíð endurprentað.

 

Eintøk av plátuni hava seinnu árini verið seld fyri fleiri túsund krónur.

 

Men í samband við kvf dokumentarin hevur verið nevnt, at nú verður plátan endurprentað og útgivin.

 

Tað var LM handilin, har Gissur Patursson var á odda, sum í 1978 stóð fyri útgávuni.

 

Gissur upplýsir fyri in.fo, at rætt er, at Veðraplátan nú verður endurprentað og endurútgivin.

 

Talan er um eina remastraða útgávu, sigur hann.

 

-Plátan er kopierað av eini LP, sum ongantið er avspæld, og við eini pick up sum, kostar yvir 20.000 krónur, og siðani viðgjørd, tí original mastarin ikki finnst, sigur Gissur Patursson við in.fo.