Í farnu viku hevði smápartafelagið Ítróttavedding aðalfund, og tá blivu tilsamans 8,1 milliónir krónur býttar út til eigararnar av Ítróttavedding, sum eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri. Hetta er tann parturin av veddingarpengunum, sum á hvørjum ári kemur barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum til góðar.
Hesa ferð fekk Ítróttasamband Føroya 4.861.000 krónur og Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri fingu 1.620.000 krónur í part. Upphæddin skiftir eitt sindur frá einum ári til annað, alt eftir hvussu nógv verður spælt í Føroyum, og hesar átta milliónirnar vóru umleið sama upphædd sum tey seinnu árini.
Hesi 13 árini, síðani smápartafelagið Ítróttavedding og Danske Spil fóru undir samstarvið, eru yvir 90 milliónir krónur av veddingarpengum komnir aftur til Føroya sum eitt gott íkast til barna- og ungdómsarbeiði.









