Veddingarfyritøkurnar vænta javnan dyst men hella til Víking

Níggju altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum B36 og Víking

Klokkan 18 í annaðkvøld spæla B36 og Víkingur ein sera avgerandi dyst fyri bæði liðini.

 

Vinnur Víkingur fara teir framum HB og tryggja sær silvurheiðursmerkini í Betrideildini. Javnleikur ella tap, so fer HB við silvurheiðursmerkjunum.

 

Vinnur B36 fara teir eitt stig framum NSÍ, og fáa harvið ein lítlan fyrimun undan finaluni um fjórða plássið við Løkin komandi sunnudag. Tá kann B36 tryggja sær fjórða plássið við javnleiki. 

 

Um B36 ikki fær fult móti Víkingi, so verður NSÍ eitt stig frammanfyri undan dystinum sunnudagin, og tá kann NSÍ tryggja sær fjórða plássið við javnleiki í seinasta dystinum við Løkin sunnudagin. 

 

FM1 sigur sjálvandi bæði frá dystinum millum B36 og Víking í annaðkvøld, og somuleiðis frá dystinum við Løkin í Runavík komandi sunnudag. 

 

Níggju altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum B36 og Víking. Tær vænta ein javnan dyst sambært oddsunum, men hella eitt sindur meira til ein sigur til Víking enn ein sigur til B36. 

 

Veddingarfyritøkur: B36-Víkingur  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
1xBet   2.61 3.94 2.22
bet-at-home   2.55 3.70 2.15
Betfair   2.63 4.00 2.25
BetVictor   2.60 3.75 2.15
Betway   2.63 3.75 2.20
bwin   2.40 4.00 2.20
Interwetten   2.60 3.70 2.20
Pinnacle   2.63 3.81 2.23
Betfair Exchange   2.48 3.28 2.25
Gjøgnumsnitsodds2.583.832.20