Klokkan 19 í annaðkvøld tekur nummar fýra í Betrideildini, Víkingur móti suverena oddaliðnum, KÍ á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu.
Undir vanligum umstøðum hevði KÍ havt eina hampuliga stóra favorittstøðu, men hesaferð eru oddsini næstan jøvn.
Helst hava tær 10 altjóða veddingarfyritøkurnar, ið lata odds upp á dystin í huga, at KÍ hevur eina tunga dystarskrá í hesum døgum. Tað er sannlíkt, at liðið hjá KÍ í Sarpugerði í annaðkvøld fer at víkja fitt frá tí liðnum, ið vann 2-1 á Molde á Tórsvølli farna týskvøld.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,40 og 2,65.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,15 og 2,50.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,52.
HER eru oddsini:
##med2##