Klokkan 18 í kvøld spæla EB/Streymur og B68 fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í Hólmanum á Eiði.
Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst, og tað sæst eisini aftur á oddsunum hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 2,55 og 2,90.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,15 og 2,39, so veddingarfyritøkurnar hella eitt lítið vet til ein útisigur.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,25 og 3,52.
Her eru oddsini:
##med2##