Veddingarfyritøkurnar útiloka ikki heimasigrar

Veddingarfyritøkurnar geva góð odds uppá HB-sigur og NSÍ-sigur, og risaodds uppá Víkinga-sigur

Tað ber til hjá føroyingum at spæla uppá Europa League dystirnar hjá Víkingi, NSÍ og HB hjá ymiskum veddingarfyritøkum. Og tí er tað rættiliga stuttligt at samanbera oddsini. 

 

Hjá veddingarfyritøkunum er Rosenborg risafavorittur ímóti Víkingi. BET 365, Ladbrokes, Unibet og Betfair bjóða allir 1,08 í odds uppá ein Rosenborg-sigur. Danske Spil bjóðar 1,06, sum tó er eitt vet hægri enn ígjár. Tá bjóðaði Danske Spil bara 1,02 uppá Rosenborg sigur.

 

Betfair bjóðar heili 46 í oddsum uppá Víkinga-sigur. So djarvar eru hinar veddingarfyritøkurnar ikki. Ladbrokes bjóðar 23 í oddsum uppá Víkinga-sigur, meðan BET 365, Unibet og Sportingbet bjóða "bara" 21 í oddsum uppá Víkinga-sigur.

 

Danske Spil eru blivnir eitt sindur bangnir fyri Vìkingi, og eru farnir niður á 17 í oddsum uppá Víkinga-sigur. Ígjár var oddsið heili 25 uppá Vìkinga-sigur hjá Danske Spil.

 

Javnleikur millum Rosenborg og Víking liggur millum 8,5 hjá Ladbrokes, sum er lægst, og 12.9 hjá Betfair, sum er hægst. Danske Spil bjóðar 10 í oddsum uppá javnleik millum Rosenborg og Víking.

 

Veddingarfyritøkurnar útiloka ikki sigur till NSÍ ímóti Linfield í kvøld. BET 365 bjóðar 3,75 uppá, at NSÍ vinnur á Linfield FC. Ladbrokes bjóðar 3,6, Unibet bjóðar 3,4, og Sporting Bet og Danske Spil bjóða 3,3 í oddsum uppá NSÍ-sigur.

 

BET 365 hevur lægsta oddsið uppá Linfield-sigur. Tað er 1,95, meðan Unibet hevur hægsta oddsið uppá Linfield-sigur, sum er uppá 2,05. Danske Spil bjóðar 1,97 í oddsum uppá sigur til norðurírska liðið.

 

Javnleikur millum NSÍ og Linfield gevur millum 3,25 og 3,5 í oddsum. Danske Spil bjóðar 3,4 í oddsum uppá javnleik millum NSÍ og Linfield.

 

Veddingarfyritøkurnar tykjast at hava granskað góðu úrslitini hjá HB á heimavølli í Evropa, og sambært oddsunum eru vónirnar ikki sørar fyri, at HB vinnur heimadystin ímóti Trakai úr Litava í kvøld.

 

Danske Spil hevur lægsta oddsið uppá HB-sigur, sum er 3,25 í odds. Betfair hevur hægsta oddsið, sum er 3,76 uppá HB-sigur. Sporting Bet bjóðar 3,3, Unibet 3,35, Ladbrokes 3,4, og BET 365 bjóðar 3,5 í oddsum uppá, at HB vinnur á Trakai í kvøld.

 

Sporting Bet trýr mest uppá ein sigur til Trakai. Oddsið hjá Sporting Bet uppá ein útisigur á Tórsvølli er 1,95. Danske Spil bjóðar 2,0 í odds, Unibet og BET 365 bjóða 2,05, og Ladbrokes bjóðar 2,1 í oddsum uppá sigur til Trakai ímóti HB í kvøld.

 

Ladbrokes bjóðar 3,2 í oddsum uppá javnleik millum HB og Trakai, Danske Spil bjóðar 3,4. Sporting Bet, Unibet og BET 365 bjóða allir 3,5 í oddsum uppá javnleik millum HB og Trakai.

 

Oddsini eru bara galdandi fyri úrslit aftaná vanliga leiktíð.