Veddingarfyritøkurnar: Tað er púra opið millum H71 og Slavia Prag

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum millum H71 og kekkiska stórliðið eru næstan jøvn

Klokkan 19 í kvøld, og klokkan 19 í annaðkvøld spæla H71-kvinnurnar dyst í Europa Cup kappingini móti kekkiska liðnum, Slavia Prag.

 

Tey flestu høvdu væntað eina favorittstøðu til kekkiska liðið, men soleiðis er ikki hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur geva odds upp á dystin í kvøld í høllini á Hálsi í Havn, og har er púra opið hvønn veg dysturin fer.

 

Oddsini uppá heimasigur til H71 liggja millum 1,83 og 2,05. 

 

Oddsini uppá útisigur til Slavia Prag liggja millum 2,05 og 2,25.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 8,00 og 9,25. 

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##