Klokkan 17 í morgin møtast tvey lið í Nations League á Tórsvølli, ið bæði hava ryggin móti múrinum. Bæði hava fingið ein avsmurning móti Turkalandi, 0-4 og 0-6, og bæði hava tapt fyri Luksemborg heima, 0-1 og 0-2.
Tað er krav hjá bæði Føroyum og Litava at vinna dystin, tá liðin hittast á Tórsvølli í morgin. Hvørki liðið hevur skotið mál ella fingið stig higartil í bólki 1 í 3. deild í Nations League.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Oddsini hjá 18 veddingarfyritøkum uppá føroyskan heimasigur og litaviskan útisigur eru rættiliga jøvn, tó við einari pinkalítlari yvirvág til Føroyar.
Lægstu oddsini uppá føroyskan heimasigur eru 2,40 og hægstu oddsini uppá føroyskan heimasigur eru 2,51.
Lægstu oddsini uppá litaviskan útisigur eru 3,00 og hægstu oddsini uppá litaviskan útisigur eru 3,20.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,00 og 3,12, so lagt er upp til, at talan verður um ein sera javnan dyst.
Her eru oddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum:
##med2##