Í morgin klokkan 17 byrjar EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Moldova á Tórsvølli.
Føroyar hava bert eitt stig, meðan Moldova hevur fimm stig.
Seinast liðini hittust í Chisinau endaði dysturin við javnleiki 1-1. Mads Bo Mikkelsen legði Føroyar á odda tá 27 minuttir vóru farnir av dystinum. Moldova javnaði við einum brotssparki stutt undan dystarloki.
Tá Føroyar og Moldova møttust í einum HM-undankappingardysti á Tórsvølli 7. september í 2021 vunnu Føroyar 2-1 við málum, ið Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal skutu.
(Kelda: FaroeSoccer)
Moldova hevur tó staðið seg væl seinastu dystirnar við at vinna 3-2 á Pólandi, og eisini við 0-0 javnleiki móti Kekkia á heimavølli.
Moldova megnaði eisini í einum venjingardysti á útivølli farna hóskvøld javnleik 1-1 móti Eysturríki, ið er eitt sera gott úrslit.
Havandi gongdina hjá Moldova og gongdina hjá Føroyum í huga var væntandi, at Moldova fór at hava eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men so er ikki.
Oddsini hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum eru næstan jøvn.
Miðaloddsini upp á sigur til Føroyar eru 2,48, meðan miðaloddsini upp á sigur til Moldova eru 3,07. Tað er sostatt sera lítið sum skilir liðini.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,03.
Her eru oddsini:
##med2##