Veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til Streda

Dysturin í Europa Conference League millum Víking og Streda byrjar á Tórsvølli klokkan 18 í kvøld

Í kvøld klokkan 18 spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.

 

Dysturin verður á Tórsvølli móti slovakiska liðnum, FC DAC 1904 Dunajská Streda. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.50.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein sigur til Streda, men talan er ikki um eina stóra favorittstøðu til slovakiska liðið.

 

Oddsini uppá ein heimasigur til Vìking liggja millum 3,25 og 3,86. Oddsini uppá ein útisigur til Streda liggja millum 1,91 og 2,02.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 2,95 og 3,52.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##