Veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til EB/Streym

Hóast EB/Streymur er eina deild omanfyri Skála og er á heimavølli, so er favorittstøðan hjá teimum ikki so stór hjá veddingarfyritøkunum, ið ein kanska hevði væntað.

Í kvøld klokkan 18 bresta EB/Streymur og Skála saman í Hólmanum á Eiði í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

EB/Streymur spælir í Betrideildini og Skála spælir í 1. deild. Í fleiri hava feløgini staðið saman um besta kvinnuliðið EB/Streymur/Skála, men hjá monnum er støðan øðrvísi. 

 

Hóast ein deild er á muni og EB/Streymur er á heimavølli, so er favorittstøðan hjá EB/Streymi ikki so stór hjá veddingarfyritøkunum, ið onkur kanska hevði væntað.

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,58 og 1,65.

 

Oddsini upp á útisigur til Skála aftaná vanliga leiktíð liggja millum 4,15 og 4,68.

 

Oddsini upp á javnleik til Skála aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,50 og 3,84.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##