Veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til B68 á Argjum

Her eru oddsini hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin AB-B68, ið byrjar klokkan 17 í dag

Klokkan 17 byrjar dysturin millum AB og B68 inni í Vika á Argjum. 

 

Tað liggur í kortunum, at talan verður um ein javnan dyst millum nummar 10, AB sum hevur sjey stig og nummar átta, B68 sum hevur 11 stig.

 

10 veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin hella eitt sindur til ein B68-sigur, men tað er ikki nógv sum skilir liðini.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,75 og 2,90.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,15 og 2,31.

 

Oddsini uppá javnleik, ið ikki er eitt ósannlíkt úrslit liggja millum 3,15 og 3,50.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##