Veddingarfyritøkurnar hella til ein KÍ-sigur

KÍ hevur ikki eina stóra favorittstøðu til Europa Conference League dystin móti Ballkani í kvøld

Í kvøld klokkan 19 skal KÍ spæla seinna dystin í triðja undanumfarinum Í Europa Conference League á Tórsvølli. Mótstøðuliðið, Ballkani úr Kosovo er á odda 3-2 frá tí fyrra dystinum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.55.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur sum geva odds uppá dystin hella allar til ein KÍ-sigur. Tó er ikki talan um nakra stóra favorittstøðu hjá KÍ.

 

Oddsini uppá heimasigur til KÍ liggja millum 2,09 og 2,20.

 

Oddsini uppá útisigur til Ballkani liggja millum 3,05 og 3,52.

 

Oddsini uppá javnleik, ið er eitt úrslit sum sendir Ballkani víðari í kappingini liggja millum 3,15 og 3,60.

 

Her eru oddsini uppá dystin:

 

##med2##