Fimti og seinasti dysturin í 13. umfarinum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur inni í Vika á Argjum klokkan 15 í dag.
AB sum er aftast við bert einum stigi tekur móti ÍF, ið er triðaftast við níggju stigum.
AB hevur havt tveir góðar dystir móti KÍ og B36 í seinastu umførunum, har teir hava tapt tepurt 1-2 og kundu í báðum førum knógvað ein javnleik heim.
ÍF hevur tapt teir seinastu seks dystirnar í Betrideildini.
10 veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin hella til ein ÍF-sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu hjá ÍF.
Oddsini upp á útisigur til ÍF liggja millum 1,91 og 2,17.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,85 og 3,30.
Her eru oddsini:
##med2##