Veddingarfyritøkurnar hella til ein HB-sigur í Sarpugerði

Dysturin í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB byrjar klokkan 18 í kvøld

Í kvøld vera fýra dystir leiktir í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Víkingur – HB (18:00) Alex Troleis

 

NSÍ – MB (18:00) Høgni Madsen

 

FC Hoyvík – EB/Streymur (19:00) Jákup Ø. Mohr

 

Skála – B71 (19:00) Petur Reinert

 

Altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Víking og HB. 

 

Sjey veddingarfyritøkur hella til ein HB-sigur í Sarpugerði í kvøld, men talan er ikki um eina stóra favorittstøðu.

 

Oddsini upp á sigur til HB liggja millum 1,83 og 1,86.

 

Oddsini upp á sigur til verandi steypavinnarar, Víking liggja millum 3,25 og 3,53.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

Í morgin vera hesir dystirnir leiktir í kappingini um løgmanssteypið:

 

Leygardagin 22. apríl:

 

TB – B68 (15:00) Rúni Olsen

 

ÍF – 07 Vestur (15:00) Rúni Gaardbo

 

AB – FC Suðuroy (16:00) Rani A. Skaalum

 

B36 – KÍ (18:00) Eiler Rasmussen