Veddingarfyritøkurnar hella til ein HB-sigur

Tað er ikki nógv sum skilir HB og Vìking í oddsunum hjá seks altjóða veddingarfyritøkum

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla HB og Víkingur seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli.

 

Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Seks altjóða veddingarfyritøkur, ið geva odds uppá dystin hella til ein HB-sigur, men talan er ikki um nakran stóran favorittleiklut.

 

Oddsini uppá heimasigur til HB liggja millum 2,05 og 2,19.

 

Oddsini uppá útisigur til Víking liggja millum 2,55 og 2,85.

 

Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,55 og 3,95.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##