Veddingarfyritøkurnar hella til ein B36-sigur í Wales

Her eru oddsini hjá 17 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum Haverfordwest og B36

Í kvøld klokkan 19.45 skal B36 á Cardiff leikvøllinum í Wales royna at verja 2-1 leiðsluna frá fyrra dystinum móti Haverfordwest í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella til ein B36-sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu.

 

Oddsini upp á heimasigur til Haverfordwest liggja millum 3,00 og 3,38.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 2,05 og 2,22.

 

Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð, ið sendir B36 víðari í kappingini liggja millum 3,16 og 3,50.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##