Veddingarfyritøkurnar hella til ein B36-sigur í Sørvági

Her eru oddsini hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin 07 Vestur-B36, ið byrjar klokkan 18.30 mánakvøldið

Savnsmynd frá 2022

Tað vera tvey lið sum hava hart brúk fyri stigum, ið fara á vøllin á Dungasandi í Sørvági í annaðkvøld klokkan 18.30, tá 07 Vestur og B36 møtast.

 

Heimaliðið hevur brúk fyri einum sigri fyri at leggja trýst á Víking í kappingini um fjórða plássið, har Víkingur í løtuni er fimm stig frammanfyri 07 Vestur.

 

B36 hevur brúk fyri einum sigri fyri at vinna annað plássið aftur frá HB, og fyri at halda frástøðuna til Víking.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein B36-sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu. 

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 3,05 og 3,35.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 1,95 og 2,10.

 

Oddsini upp á javnleik, ið ikki er eitt ósannlíkt úrslit liggja millum 3,20 og 3,54.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd frá 2022