Føroyar hava ongantíð tapt ein A-landsdyst fyri Luksemborg, men menningin hevur verið stór hjá Luksemborg tey seinnu árini, og tí verður tað ein torfør uppgáva hjá Føroyum í Nations League dystinum á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld.
FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli, tá U21-dysturin millum Føroyar og Serbia endar.
19 altjóða veddingarfyritøkur hella til Luksemborg. Luksemborg er ikki stórur favorittur móti Føroyum, men favorittstøðan hellir móti teimum.
Hægstu oddsini uppá útivallarsigur til Luksemborg eru 2,05. Lægstu oddsini uppá heimasigur til Føroyar eru 3,65.
Her eru oddsini:
##med2##












