Veddingarfyritøkurnar hella aftur til ein HB-sigur

HB hevur eina lítla favorittstøðu hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum í dystinum móti Víkingi á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld klokkan 18

Ein dystur verður leiktur í Betrideildini hjá monnum í annaðkvøld klokkan 18 á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Dysturin verður millum HB og Víking, ið møttust í kappingini um løgmanssteypið farna fríggjakvøld. Tá vann HB ein harðvunnan 2-1 sigur.

 

Fríggjakvøldið hevði HB eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkunum, og tað er aftur galdandi til dystin í annaðkvøld.

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,83 og 1,92. Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 3,35 og 3,80. Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,25 og 3,62.

 

HER eru oddsini: 

##med2##