Veddingarfyritøkurnar hava Beijing Guoan sum favoritt móti KÍ

Klokkan 14.30 byrjar dysturin hjá KÍ í Atlantic Cup í Portugal móti kinesiska liðnum, Beijing Guoan

Savnsmynd

KÍ tekur hesum døgum lut í einari kapping, ið nevnist Atlantic Cup, og skal KÍ komandi dagarnar spæla tríggjar dystir.

 

Seinnapartin klokkan 14.30 skal KÍ spæla móti Beijing Guoan, ið spælir í bestu kinesisku fótbóltsdeildini.

 

Átta altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Beijing Guoan sum favoritt til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Beijing Guoan liggja millum 1,61 og 1,70.

 

Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 4,10 og 4,50.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,61 og 4,11.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd