Veddingarfyritøkurnar: Eysturríki er stórur favorittur

19 altjóða veddingarfyritøkur vænta ikki eitt Landskrona-undur á FM1 í annaðkvøld

Sonni Ragnar Nattestad skoraði móti Eysturríki, tá vit taptu 1-3 í útidystinum móti Eysturríki

Sonni Ragnar Nattestad skoraði móti Eysturríki, tá vit taptu 1-3 í útidystinum móti Eysturríki

Í annaðkvøld klokkan 19.45 tekur føroyska fótbóltslandsliðið móti Eysturríki í einum HM-undankappingardysti á Tórsvølli. Talan eru áttanda undankappingardystin millum liðini. Á heimavølli hava vit ein sigur, ein javnleik og eitt tap.

 

Tá liðini hittust í Eysturríki í hesari undankappingini taptu Føroyar 1-3. Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á odda, men Eysturríki svaraði aftur við trimum málum undan steðginum. Í seinna hálvleiki eydnaðist Føroyum at halda málið reint.

 

FM1 sendir upptakt við søguligum og nútíðarligum tilfari frá klokkan 15 í morgin, og sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Eysturríki er stórur favorittur hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum, ið ikki vænta eitt nýtt Landskrona-undur í annaðkvøld.

 

Oddsini fyri eysturríkskan útisigur liggja millum 1,23 og 1,29 í oddsum.

 

Oddsini fyri føroyskan heimasigur liggja millum 12 og 15,25 í oddsum. Oddsini fyri javnleik, ið hevði verið eitt framúr úrslit liggja millum 5,25 og 6,25.

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Eysturríki  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   13.00 5.25 1.29
188BET   13.00 5.50 1.26
1xBet   13.50 6.25 1.27
888sport   13.00 5.50 1.24
bet-at-home   12.00 5.60 1.23
bet365   13.00 5.75 1.22
Betfair   15.00 6.00 1.22
Betsafe   13.00 6.00 1.25
Betsson   13.00 6.00 1.25
BetVictor   15.00 6.00 1.25
Betway  13.00 5.50 1.25
bwin   13.00 5.75 1.22
ComeOn   13.00 5.25 1.29
Interwetten   12.00 5.75 1.27
Pinnacle   13.66 5.59 1.26
SBOBET   11.56 4.55 1.23
Unibet   14.00 5.75 1.26
William Hill  17.005.501.22
youwin   12.00 5.75 1.20
Betfair Exchange   15.25 5.94 1.26
Gjøgnumsnitsodds13.105.651.25

 

 

 

Sonni Ragnar Nattestad skoraði móti Eysturríki, tá vit taptu 1-3 í útidystinum móti Eysturríki

Sonni Ragnar Nattestad skoraði móti Eysturríki, tá vit taptu 1-3 í útidystinum móti Eysturríki