Veddingarfyritøkur: Her er X Factor vinnarin

Veddingafyritøkurnar hava ein greiðan favoritt til X Factor finaluna í kvøld

Hon hevur verið í front alla tíðina, og tað er hon framvegis.


15 ára gamla Emilie Esther er stóri favoritturin at vinna X Factor kappingina hjá DR í kvøld.

Veddingarfyritøkurnar Danske Spil og Bet25 peika báðar á Emilie Esther sum vinnara av X Factor 2015.

- Emilie var frá byrjan favorittur, og hon hevur hildið allan vegin til finaluna. Tá onnur hava havt skiftandi framførslur, hevur hon verið góð hvørjaferð, sigur Niklas Nürnberg, sum setur odds hjá Bet25.

Hjá Danske Spil eru tey samd.

- Emilie er tann einasti av luttakarunum, sum ongantíð hevur verið í vanda, og hon hevur gjøgnum alla kappingina verið favorittur til at vinna, sigur Peter Emmike, oddssetari hjá Danske Spil.

Ein sigur hjá Emilie Esther gevur odss millum 1,25 og 1,30. Hinvegin ber til fáa pengarnar millum 5 ferðir og 8 ferðir aftur, um Jógvan Joensen ella bólkurin Ivarsson, Bang & Neumann vinna í kvøld.

X Factor finalan byrjar kl. 19.00 í kvøld og sæst á sjónvarpsrásini DR1.