Veddingarfyritøkurnar: Føroysku kvinnurnar hava ongan møguleika

Oddsini uppá føroyskan sigur ímóti Týsklandi liggja millum 17 og 23,75

Fimm altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá HM-undankappingardystin í bólki 5 millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Týsklandi á Tórsvølli. 

 

Dysturin byrjar klokkan 16. Ísland og Kekkia spæla samstundis dyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

Tær fimm veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at Týskland vinnur dystin. Vedddingarfyritøkurnar bjóða allar 1,01 í odds uppá týskans sigur. Tað merkir, at eru 100 krónur settar á týskan sigur, so fær ein útgoldið 101 krónur í vinningi.

 

Veddingarfyritøkurnar eru tó ósamdar um hvussu lítlan møguleika Føroyar hava. Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 17 og 23,75.

 

VEDDINGARFYRITØKUR:  FØROYAR-TÝSKLAND1X2
10Bet  23.75 19.001.01
Betclic  21.00 15.001.01
BetVictor  17.00 15.001.01
ComeOn  23.75 19.001.01
Interwetten  23.00 16.251.01