Fleiri altjóða veddingarfyritøkur fylgja væl við dystunum í Betrideildini hjá monnum, og bjóða eisini ofta odds uppá dystir í Føroyum.
11 altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag. Dysturin byrjar klokkan 15.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Tær 11 altjóða veddingarfyritøkurnar spáa ein javnan dyst, har tær hava heimaliðið, B36 sum ein pinkalítlan favoritt til at vinna dystin.
Oddsini hjá teimum 11 altjóða veddingarfyritøkunum uppá dystin B36-NSÍ eru hesi:
Veddingarfyritøkur: B36-NSÍ | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 2.20 | 3.40 | 2.55 | ||
1xBet | 2.34 | 3.60 | 2.70 | ||
888sport | 2.25 | 3.50 | 2.60 | ||
bet-at-home | 2.22 | 3.45 | 2.56 | ||
Betclic | 2.36 | 3.72 | 2.73 | ||
Betfair | 2.25 | 3.40 | 2.75 | ||
Betway | 2.25 | 3.50 | 2.70 | ||
ComeOn | 2.25 | 3.45 | 2.60 | ||
Interwetten | 2.30 | 3.55 | 2.65 | ||
Unibet | 2.25 | 3.50 | 2.60 | ||
Betfair Exchange | 2.22 | 2.90 | 2.71 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 2.27 | 3.51 | 2.64 |