Veddingarfyritøkur: Føroyar eru stórfavorittur ímóti Chile

Tríggjar veddingarfyritøkur hava sett odds á fyrsta dystin hjá føroyska U21 manslandsliðnum, sum verður týsdagin

Týsdagin verður ein stórur dagur í ítróttarsøgu Føroya. Klokkan 14 hendan dagin spælir føroyska U21 manslandsliðið fyrsta dystin í bólki A ímóti Chile. Talan er um fyrsta endaspælsdyst hjá Føroyum í einum HM-endaspæli í bóltítrótti, og tað er eitt avrik í sær sjálvum.

 

Føroyar eru í bólki við Chile, Suðurkorea, Noregi, Týsklandi og Ungarn. Tey sum fylgja hondbólti gjølla meta, at vit hava frægast møguleikar í teimum báðum fyrstu dystunum, sum verða ímóti Chile týsdagin klokkan 14, og ímót Suðurkorea, hóskvøldið 20. juni klokkan 20.

 

Tríggjar veddingarfyritøkur, sum hava sett odds á tann fyrsta dystin hjá Føroyum ímóti Chile meta tó, at Føroyar eru stórur favorittur til at vinna hendan dystin. Tær tríggjar veddingarfyritøkurnar hava sett hesi oddsini á dystin Føroyar-Chile, sum byrjar týsdagin klokkan 14.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur eru væl lægri enn nakar hevði droymt um, og oddsini uppá chilenskan sigur eru væl hægri enn nakar hevði droymt um. Vit kunnu so bara vóna, at hesar tríggjar veddingarfyritøkurnar hava rætt í sínum metingum: 

 

FøROYAR-CHILE:
      1
     X
    2
 
BET365
1.06
18.00
9.00
 
TITAN BET
1.06
18.00
10.00
 
BET-AT-HOME
1.05
16.44
8.27