25 altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá HM-undankappingardystin millum Føroyar og Lettland, sum verður á Tórsvølli, leygardagin klokkan 17. Tær 25 veddingarfyritøkurnar eru samdar við Lars Olsen, landsliðsvenjara og Atla Gregersen, liðskipara, at talan verður um ein javnan dyst, har munurin millum liðini ikki er stórur.
Lægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 2,40. Hægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 2,75.
Lægsta oddsið uppá lettlendskan sigur er 2,76. Hægsta oddsið uppá lettlendskan sigur er 3,20.
Gjøgnumsnitsoddsini eru 2,57 uppá føroyskan sigur, odds 2,96 uppá javnleik, og odds 2,97 uppá lettlendskan sigur, so ein javnur dystur liggur avgjørt í kortunum.
Seinast liðini hittust fyri einum ári síðani vunnu Føroyar 2-0 í Riga, sum er tann best spældi dysturin hjá føroyska landsliðnum í hesari undankappingini. Vinna Føroyar á Lettlandi, ella spæla javnt verður talan um nýtt stigamet í einari undankapping hjá føroyska A-landsliðnum.
Rás2 sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Lettland leygardagin. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 15.
Oddsini hjá teimum 25 altjóðaveddingarfyritøkunum uppá Føroyar-Lettland eru hesi:
- FØROYAR Javnleikur LETTLAND
VEDDINGARFYRITØKUR (25) | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 2.60 | 2.95 | 3.00 | ||
12BET | 2.53 | 2.89 | 2.79 | ||
188BET | 2.51 | 2.95 | 2.76 | ||
888sport | 2.55 | 2.95 | 2.95 | ||
bet-at-home | 2.59 | 2.94 | 2.99 | ||
bet365 | 2.75 | 3.00 | 3.10 | ||
Betclic | 2.60 | 2.90 | 2.95 | ||
Betfair | 2.60 | 3.00 | 3.00 | ||
Betsafe | 2.60 | 2.95 | 3.00 | ||
Betsson | 2.60 | 2.95 | 3.00 | ||
BetVictor | 2.60 | 3.00 | 3.00 | ||
Betway | 2.60 | 2.90 | 3.00 | ||
bwin | 2.50 | 3.00 | 2.95 | ||
ComeOn | 2.60 | 2.95 | 3.00 | ||
Expekt | 2.60 | 2.90 | 2.95 | ||
Interwetten | 2.40 | 3.05 | 3.20 | ||
mybet | 2.60 | 3.10 | 2.80 | ||
Paddy Power | 2.50 | 2.88 | 3.00 | ||
Pinnacle | 2.70 | 3.02 | 3.09 | ||
SBOBET | 2.55 | 2.95 | 2.87 | ||
Sportingbet | 2.45 | 2.95 | 2.90 | ||
Unibet | 2.60 | 3.00 | 3.00 | ||
William Hill | 2.62 | 2.90 | 3.00 | ||
youwin | 2.45 | 2.95 | 2.90 | ||
Betfair Exchange | 2.54 | 3.04 | 2.95 | ||
GJØGNUMSNITSODDS: | 2.57 | 2.96 | 2.97 |