Nicklas Bendtner gjørdi veruliga vart við seg í 2-3 tapinum fyri Portugal í gjár. Hann skoraði bæði tey donsku málini, men eftir tað seinna málið valdi hann at vísa fram einar undirbuksur við navninum á eini veddingarfyritøku á. Tað kann kosta eina bót frá UEFA.
Danski framherjin vísti fram einar grønar undirbuksur við áskriftini, Paddy Power, sum er ein írsk veddingarfyritøka. Hetta stríðir ímóti reglugerðini hjá UEFA, sum ikki loyvir einstøkum leikarum at hava seravtalur við fyritøkur. Umframt tað, so hevur danska landsliðið eina stuðulsavtalu við Ladbrokes, sum er ein kappingarneyti hjá Paddy Power.
Umboð fyri Paddy Power sigur við danska Ekstra Blaðið, at teir sinnaðir at hjálpa til við at gjalda eina møguliga bót. Paddy Power avsannar somuleiðis, at Nicklas Bendtner hevur fingið pengar fyri at vísa undirbuksurnar fram, men at talan bara var um eina ókeypis gávu.
Danmark tapti dystin 3-2 og skal nú í minsta lagi hava eitt stig í seinasta dystinum í móti Týsklandi, um teir skulu koma víðari.