Tilknýti til veddingarfyritøkuna Bethard ger, at FIFA kann nokta Zlatan Ibrahimovic at luttaka í HM í Russlandi í summar, skrivar svenska Aftonbladet.
Fyri tveimum vikum síðani skrivaði Zlatan Ibrahimovic undir við amerikanska fótbóltsfelagið LA Galaxy og beint undan páskum fekk hann eina dreymabyrjan í nýggja felagnum, tá hann skoraði til 3-3 og 4-3 í sigrinum hjá nýggja felagnum. Fyrra málið var eitt langskot úr 40 metrum.
- Áskoðararnir vildu hava nakað serstakt, so eg gav teimum Zlatan, segði hann við amerikanskar miðlar eftir dystin.
So kyknaði prátið aftur, um hvørt høgi svenskarin skal fara við svenska landsliðnum til HM-endaspælið í Russlandi í summar.
Ein óvæntaður fótongul er tó lagdur fyri hann. Í síðstu viku boðaði veddingarfyritøkan Bethard frá, at Zlatan Ibrahimovic er vorðin partaeigari í felagnum. Hetta kann nú forða honum at spæla við Svøríki í Russlandi, tí FIFA hevur rættindi at nokta leikarum, sum hava samband við veddingarfyritøkur beinleiðis ella óbeinleiðis, at spæla við í HM.
So er spurningurin, um Zlatan velur HM ella Bethard. Aftonbladet hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Zlatan Ibrahimovic um málið, men tað hevur ikki eydnast enn.