Festivalur
Bátafestivalurin, sum skuldi verða á Toftum nú leygardagin, er útsettur í eina viku og verður í staðin leygardagin 9. mai.
Hetta er endaliga greitt eftir fundin, sum nevndin í felagnum, ið stendur aftanfyri tiltakið, tók á fundi seinnapartin týsdagin.
Hyggja vit, hvat DMI (Danmarks Meterologisk Institut) í morgun sigur um veðrið leygardagin, fer ættin at liggja millum útsynning og vestan, og vindmegin fer at liggja millum 15 og 20 metrar um sekundið.
Ættin fer upp í vestan, og vindurin minkar niður í 10-15 metrar um sekundið.
Sunnudagin minkar vindurin uppaftur meira, niður í 5-10 metrar um sekundið, og ættin fer framhaldandi at liggja um vestan.
Sama skrá
Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum í Nes kommunu, sigur, at tað er umráðandi fyri ein slíkan bátafestival, at veðrið roynist nøkulunda, men veðurvánirnar til leygardagin eru ivingarsamar og einki serligar.
- Vit hava tí tikið avleiðingarnar av hesum og hava gjørt av at útseta tiltakið í eina viku - ella til leygardagin 9. mai.
Hann vísir á, at skrá og tíðir, sum lagdar eru fyri bátafestivalin, verða júst tær somu sum í løgdu skránni.
Kanska Hallur
- Einasta broyting er, at tað helst ikki verður Dansiorkestrið, sum kemur at spæla til dansin leygarkvøldið og sunnunáttina, men Hallur Joensen. Hetta fara vit at kunna um so skjótt, tað er endaliga greitt.
Høgni W. Høgnesen sigur seg vóna, at nógvir bátar og hópur av fólki koma til bygdar, tá ársins fyrsti bátafestivalur verður hildin á Toftum leygardagin 9. mai - vónandi í bestu líkindum.