Veðurstova lovar sól í dag

Vit skulu eisini vænta okkurt æl

Dagurin í gjár var av teimum heilt vátu. Stóran part av degnum oysregnaði, og fitt av vindi var eisini fleiri staðni.

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður betri í dag.

Tað verður 3-8 m/s av landsynningi. Møguleiki er fyri sól ella sólglottum, men helst koma eisini onkur æl. Hitin verður millum 9 og 11 stig.

Í morgin roknar DMI við, at tað verður 3-8 m/s av landsynningi, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin verður millum 10 og 13 stig.