Lærarafelagið hevur í eina tíð arbeitt við at skipa eina árliga veðurlagsvirðisløn. Virðislønin verður latin einum skúla, sum hevur stuðlað børnum og ungum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum og veðurlagsloysnum; tað kann vera ein skúli, ein flokkur ella ein bólkur av næmingum, sum hevur arbeitt veðurlagsavbjóðingunum, skrivar Skúlablaðið.
Endamálið við virðislønini er at eggjað børnum og ungum at arbeiða við burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum; hon er ætlað at eggja skúlum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Eitt endamál er eisini, at virðislønin skal skapa uppmerksemi um veðurlagsavbjóðingar- og loysnir í øllum samfelagnum sum heild.
Lærarafelagið vil, at føroysk útbúgving í størri mun skal leggja dent á kunnleikan um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar, so at børn og ung fáa øktan kunnleika og verða meiri tilvitað um hesar avbjóðingarnar. Læra um burðardygga menning er tí eitt øki, ið Lærarafelagið vil varpa ljós á. Virðislønin skal eggja skúlum at arbeiða við veðurlagsavbjóðingum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Virðislønin skal vera til frama fyri útbúgving í burðardyggum loysnum í fólkaskúlanum.
Endamálið er, at virðislønin skal skapa uppmerksemi um veðurlagsavbjóðingar- og loysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi, sigur nevndin í Føroya Lærarafelag.
Stigtakari til virðislønina er Føroya Lærarafelag, men saman við felagnum at velja út millum verkætlanirnar og uppskot, sum koma inn, verða Betri og Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag. Dómsnevnd verður mannað við trimum fólkum umboðandi Lærarafelagið, Betri og FNU. Umboð Føroya Lærarafelags er formaður í dómsnevndini. Skrivari Føroya Lærarafelags er skrivari í dómsnevndini.
Sambært viðtøkunum, sum Lærarafelagið hevur gjørt í sambandi við veðurlagsvirðislønina, kunnu allir fólkaskúlar og frískúlar senda uppskot inn til Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Umsøkjarar úr øllum málbólkum hava eins stóran møguleika at vinna. Veðurlagsvirðislønin verður latin einum skúla, har allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur hevur arbeitt við veðurlagsavbjóðingum. Umsóknin skal í mesta lagi fylla eina síðu, men tað ber til at skoyta uppí stutt viðfesti við týðandi skjalfestingum ella uttanhýsis viðmæli.