Veðurlagsverkfall ligið stilt í summar

Men byrjar aftur við stórum fólkafundi áðrenn valið

Tað eru ivaleyst fleiri, sum hava varnast, at veðurlagsverkfallið, ið hevur verið hildið hvønn fríggjadag síðan ársskiftið, hevur ikki verið nú um summarið.

Elsa Berg, ið er ein av fyriskiparunum, sigur, at tey vóru so fá, sum skipaðu fyri, og nú í summar hevur ligið rættiliga illa fyri.

- Tað hevur verið ein steðgur. Onkur hevur verið og ferðast, og tá vit vóru so fá, sum skipaðu fyri, hevur ligið illa fyri at fyrireika í summar, sigur hon.

Avgerð varð sostatt tikin at halda eitt verkfall um mánaðin nú um summarið, men ætlanin er at hava eitt stórt tiltak aftur eina viku upp undir valið. Tiltakið verður eftir ætlan ein fólkafundur, har evnini verða náttúruvernd og veðurlagsbroytingar.

Allarhelst verða veðurlagsverkføllini tó aftur at síggja um ikki so leingi, serliga nú arbeiðsbólkurin undir heilsu- og innlendismálaráðnum hevur handað landsstýriskvinnuni uppskot um nýggjan veðurlagspolitikk.

- Soleiðis sum veðurlagspolitikkurin sær út nú, so ætla tey ikki at fylgja tilmælinum frá IPCC. Bólkurin mælir til bara at skerja útlátið á landi við 45 prosentum, og altso ikki samanlagt á landi, sjógvi og í luftini.

- IPCC hevur tilmælt, at heimsútlátið skal skerjast við 45 prosentum. Um vit, sum landið við størstari dálking per íbúgva, ikki klára at gera okkara part, so er tað ikki gott nokk, sigur Elsa.

Hon leggur eisini aftrat, at tað er ikki nokk, at føroyingar sum íbúgvar gera sítt, fyri at betra um umhvørvið og at minka um útlát og árin á veðurlagsbroytingarnar.

- Her má landsins mynduleiki eisini traðka til og taka tær avgerðir, sum skulu takast.

 

Les eisini um nýggja veðurlagspolitikkin í temanum í Sosialinum hetta vikuskiftið, ið fæst til keyps í handlum og kann lesast á netinum her.