Veðurlagsstríðskvinnan Gretha Thunberg siglir til ST toppfund

Unga svenska veðurlagsstríðskvinnan siglir av umhvørvisávum tvørtur um Atantshavið at taka lut í verðurlagssamráðingum

16 ára gamla svenska umhvørvisstríðskvinnan Greta Thunberg er í seglbáti á veg til veðurlagstoppfund í New York.

Hon fór úr bretska býnum Plymouth í gjár við kós ímóti New York, har hon skal taka lut á einum veðurlagstoppfundi í sambandi við ST aðalfundin.

– Eg havi eitt sindur av sjóverki, og tað verður valla ein behagilig ferð, men tað klári eg eisini, segði hon við bretska blaðið  The Guardian beint eftir at seglbáturin setti kósina vestureftir.

##med2##

Unga altjóða kenda stríðskvinnan, sum er vorðin eitt ikon fyri stríðið móti veðurlagsbroytingum, hevur av umhvørvisávum noktað at flogið til New York.

Hon er boðin við á 60 fót langa seglbátin Malizia II, sum er útgjørdur við sólpanelum og trubinum undir vatni, sum gera C02-neutralan streym.

Pápi hennara, Svante Thunberg, og filmsskaparin Nathan GTrossmann eru eisini við á ferðini um Atlantshavið, saman við Pierre Casiraghi, sonur Caroline prinsessu av Monaco, sum er annar av skiparunum.

Roknað verður við, at ferðin til New York fer at taka tvær vikur, og túrurin kann gerast avbjóðandi av vánaligum veðri í Norðuratlantshavi um heystið.

Malizia II er bygdur til kappsiglin og nógva ferð. Hann kann røkka eini ferð upp á 35 míl. Tað eingin serlig komfort umborð. WC er ein plastikkspann og bioniðurbrótandi posar, sum kunnu tveitast í havið.

Ongar sengur eru umborð, bert smalar koyggjur. Til matna hava tey frostturkaðan veganskan mat.

Thunberg skal umframt at vitja New York eisini vitja Kanada og Mexico, og hon skal eisini taka lut í veðurlagssamráðingum í Santiago í Chile í desember.

Ferðin frá Norður til Suðuramerika verður við toki og bussi.

Longu í juni segði unga veðurlagsstríðskvinnan, at hon vildi til toppfundin í New York og COP 25 í Chile.