Veðurlagsdagur á Kambsdali

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur ljóskastarin í dag verið settur á veðurlagsspurningin. Tað er Norðurlendskur veðurlagsdagur í dag, og hann hava tey á Handilsskúlanum á Kambsdali hildið saman við fleiri øðrum norðurlendskum skúlum. Páll Isholm, deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali sigur, at endamálið við degnum er at varpa ljós á veðurlagsspurningin og økja um kunnleikan um hetta nógv umrødda mál. Eisini er endamálið at øll, tá dagurin er liðin, eru blivin meira tilvitaðir orkunýtarar.

Dagurin byrjaði í morgun, tá Annika Olsen landsstýriskvinna setti dagin. Síðani varð farið í tær seks verkstovurnar, ið snúgva seg um ymisk evni, ið hava við veðurlagsspurningin at gera. Alt frá yvirskipaðum politikki til spurningin um, hvat ein skilagóður orkunýtari er.

Verkstovurnar vóru skipaðar við einum serfrøðingi, sum legði fram, áðrenn næmingarnir fingu høvi at umrøða spurningar í bólkum og síðani í felag saman við serfrøðinginum.

Verkstovurnar, ið næmingarnir valdu seg inn á, eru seks í tali. Landsstýriskvinnan luttók sjálv í einari verkstovu um landspolitikk og veðurlag, Kári Thomsen frá Agenda 21 skrivstovuni hjá Føroya Kommunufelag luttók í verkstovu um kommunala partin, Hákun Djurhuus stjóri í SEV og Johnni Poulsen varastjóri í Magn, høvdu hvør sína verkstovu, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi og Ingvard Fjallstein umhvørvisleiðari á IRF luttóka somuleiðis í hvør sínari verkstovu.