Hóast tað kanska kann sigast, at Poul Andrias Ziska nú hevur rokkið tí, sum er gjørligt innan kokkaheimin, í øllum førum úr Føroyum, so óttast hann ikki, at hann motivasjónin skal ganga undan.
- Eg eri bara 28 ára gamal enn. So leingi eg verið verandi forvitin og tori at eksperimentera við rávørum og teknikkum, so kann eg halda á. Tá verður tað verandi stuttligt og kann dríva verkið frameftir, sigur hann.
Føroysku rávørurnar eru kanska avmarkaðar, men Poul Andrias Ziska ætlar sær at halda fram við at royna okkurt nýtt.
- Her er nógv eftir at uppdaga og ikki minst at fáa fatur á. Mín ætlan er at fáa ein urtagarð knýttan at nýggju matstovuni hjá okkum, soleiðis at vit kunnu dyrka okkara egnu rávørur og grønmeti. Onkrar teirra eru torførar at fáa fatur á sum er, og á hendan hátt kunnu vit betra um útboðið. Tað eru nógvir mátar at gerast betri upp á, ikki bara í køkinum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at tað eru aðrar rávørur, sum ikki verða gagnnýttar til fulnar, so sum tari og ymisk hjáveiða.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka okkum. Tað sigst, at kongakrabbin nærkast Føroyum í hvørjum, sum fer at lata upp fyri nøkrum heilt nýggjum. Hinvegin, um tað gerst ov heitt, so verður ógjørligt at ræsa kjøt og fisk í Føroyum, og tá missa vit nógv, sigur Poul Andrias Ziska.